Handilssølufólk

Brennur tú fyri sølu og kundatænastu?

Vit søkja eitt sølufremjandi, úteftirvent og lættsint starvsfólk til okkara handil.
Würth handilin liggur á Hálsi í Tórshavn og selur góðskuvørur til handverkarar í næstan øllum vinnum, so sum til el, smiðju, bil og byggivinnuna.

Hvat starvið inniber?
Tú hevur sum uppgávu at selja, vegleiða og at veita kundum sum vitja handilin eina góða tænastu.

  • At samstarva við koyrandi sølufólkini
  • At trimma og viðlíkahalda, umframt at gera handilin sølufremjandi og innbjóðandi
  • Telefonavgreiðsla
  • Gjøgnumføra søluátøk
  • At menna goymslu og vøruúrval
  • Aktiv søla í handlinum


Hvør er tú?
Tú hevur handils- og/ella søluroyndir. Gjarna frá einari av omanfyri nevndu vinnum, har tekniskar loysnir og vegleiðing eru meginreglan. Tað kann eisini verða at tú hevur royndir sum handverkari.

  • Tú hevur áhuga fyri handverki og teknikki, hevur áhuga í at læra um okkara vøruúrvæl.
  • Tú ert fleksibul, sølu og tænstusinnað/ur og hevur gott yvirlit
  • Tú ert sjálvkoyrandi, tekur initiativ, ert røkin og dámar væl at hava nógv at gera.
  • Tú skal kunna arbeiða sjávstøðugt og kunna taka ábyrgd, tá tú til tíðir kemur at verða einsamøll/einsamallur í handlinum.
  • Tú ert køn/ur við KT og dugir at brúka MS-Officepakkan. Um tú hevur royndir við SAP er tað ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
  • Tú skilur munin á at verða sølufólk og at verða avgreiðslufólk
  • Tú ert positiv/ur, handaligur og dámar væl at fáast við kundar.


Hvat bjóða vit tær?

  • Gjølla upplæring í Würth handlum í Danmark
  • Søluskeiðir, vøruskeiðir og eitt introskeið á okkara høvuðssæti í Kolding
  • Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv í eini fyritøku í vøkstri, har vit hava klár mál at arbeiða eftir
  • Starv í einum vælvitjaðum handli, har tú hevur møguleika at seta tín dám á gerandisdagin
  • Smidligar og freistandi arbeiðstíðir
  • Góð starvsfólkaviðurskifti, fyri menning og yrkismøguleikum
  • Fasta løn við pensjóns og bonusskipan
  • Góðar starvsfelagar, umstøður og eina góða atmosferu


Í samband við starvsbyrjan kann væntast við nakað av ferðing til Danmarkar.
Starvið verður sett skjótast tilber.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Jóan Petur á Stongunum, Regiónstjóra á tlf. 789090 ella á jp.stongunum@wuerth.dk
Vit móttaka tína umsókn talgilt. Nýt tí niðanfyristandandi leinkju til at søkja starvið. Umsóknafreist er 26.02.2025
Vit halda starvssamrøður leypandi. Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.

Ansøg
Del i dit netværk Del på Facebook Del på X Del på LinkedIn Del på Google Plus Udskriv Tip en ven
Region: Hovedstaden
Frist:
Tiltrædelse: Snarest
Arbejdssted: Torshavn
Kontaktperson:
Joan Petur a Stongunum Regionschef +298 789090
Würth Danmark A/S
Montagevej 6, Industri N2
6000 Kolding
CVR: 12561113